- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Plátur frá 1996 verða lagdar undir geislan í sendingini, har evnið er tónleikaárið 1996. Talan er um skiftisár, har grunge er við at doyggja út, meðan britpoppurin toppar. Í panelinum sita Eiler Sørensen, Knút Háberg Eysturstein og Fróði Løkságarð. Vertur er Uni Leitisstein Hansen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











