- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Kvinnur, sum arbeiða partstíð, snýta seg sjálvar í eftirløn.
Útrokningar vísa, at tað kostar fleiri túsund krónur í eftirløn um mánaðin at arbeiða 3/4 tíð eitt heilt arbeiðslív. Og av tí, at umleið onnurhvør føroysk kvinna arbeiðir partstíð, er trupulleikin víðfevndur.
Pør mugu taka ta truplu samrøðuna um pengaviðurskifti, sigur pensjónsráðgevi. Arbeiðir kvinnan partstíð og tekur meginpartin av barnsburðarfarloyvinum, má maðurin rinda henni eitt endurgjald fyri hetta, so hon er eins væl fyri sum hann í pensjón, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Betri Pensjón.
Í Føroyum er tað ein gomul fatan, at starvið hjá monnunum hevur størri týdning enn hjá kvinnum, sigur Erika Hayfield, sum hevur granskað í partstíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




