Liðfelagi hjá Kaj Leo small um og doyði

07.05.2016 - 14:51
InnlendisSamfelag
Liðfelagi hjá Kaj Leo small um og doyði
Kaj Leo í Bartalsstovu sá tilburðin av áskoðaraplássinum

Fótbóltsheimurin er skakaður, eftir at ein 26 ára gamal leikari hjá rumenska liðnum Dinamo Bukarest small um inni á vøllinum í gjár undir dysti.

Kaj Leo í Bartalstovu, sum spælir við Dinamo Bukarest, er liðfelagi við Patrick Claude Ekeng, ið small um. Seinni varð staðfest, at hann var deyður.

Kaj Leo var ikki við í hópinum, tí hann er skaddur, men sá tilburðin av áskoðaraplássinum, og hann hevði tosað við spælaran fyrr um dagin.

Hoyr hann greiða frá tilburðinum í seinnapartssendingini Surk.

 

Mynd: Kaj Leo í Bartalsstovu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360