Helena: Eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla

08.06.2016 - 15:46
InnlendisSamfelag
Helena: Eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla
Býráðið hevur langt síðan samtykt, hvussu skúlabygnaðurin skal vera í Tórshavnar kommunu, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini

Tað verður eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í Havn eftir summarfrítíðina.

Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálnevndini hjá Tórshavnar kommunu, aftur.

Og tað fer hon at taka uppaftur á fundinum við foreldarbólkin í Sankta Frans skúla í morgin, sigur hon.

Tað undrar forkvinnuna í Mentamálanevndini, at málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla framvegis er aktuelt, tí býráðið hevur langt síðan samtykt, hvussu skúlabygnaðurin skal vera í kommununi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112