- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórar útbyggingar minka rakstrarúrslitið
08.06.2016 - 13:25
Innlendis›Pengar
Stórar útbyggingar minka rakstrarúrslitið
Avlopið hjá Føroya Tele minkaði slakar 30 milliónir í fjør, men stjórin er nøgdur við úrslitið

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var munandi verri í 2015 enn árið fyri.
Avlopið eftir skatt var 29,8 milliónir krónur.
Í 2014 var avlopið 58,3 milliónir krónur. Tað er sostatt minkað 28,5 milliónir.
Hetta kemst serliga av íløgum og dagføringini av farnetinum og breiðbandskervinum, sigur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele.
Hann er nøgdur við úrslitið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















