Gerhard vil hava innsiglingina reinsaða

21.07.2016 - 13:19
InnlendisSamfelag
Gerhard vil hava innsiglingina reinsaða
Frá Landsverki verður sagt, at sum støðan er nú, er ikki neyðugt at reinsa innsiglingina
Innsiglingin í Skopun

Sandbáturin Tinganes kom fríggjanáttina á Skopun við 600 tonsum av asfalti til Skopunar kommunu, men nakað uttanfyri pirin til innsiglingina, tók Tinganes botn.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, skrivaði alt fyri eitt til Landsverk, sum hevur innsiglingina í Skopun um hendi.

Hann gjørdi eisini landsstýrismannin, Henrik Old, varðugan við trupulleikan, tí hetta er sama farleið, sum ferðafólkaskipið Teistin brúkar til Skopunar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457