- Norðingur lýkur ikki treytirnar

24.07.2016 - 13:47
Innlendis›Vinna
- Norðingur lýkur ikki treytirnar
Axel Hansen vil vera við, at Vørn væl veit av, at Norðingur ikki heldur sáttmálarnar

Norðingur hjá Hanusi Hansen hevði ikki loyvi at keypa kvotur á uppboðssølum, sum hava verið seinastu vikurnar. Tað heldur Axel Hansen, nevndnarlimur í Føroya Fiskimannafelag. Hann hevur tí klagað Norðing til Vørn.

Í lógini um uppboðssølu stendur, at tey fiskifør, ið bjóða á uppboðssølu skulu løna manningunum eftir sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Men tað ger Norðingur ikki, tí hann er skrásettur sum ídnaðarskip, men lønar manningini eftir sáttmálanum um nótaskip.

- Føroya Fiskimannafelag má staðfesta, at alt fór ikki fram sambært galdandi lóg, tá Norðingur keypti tilsamans 6400 tons av uppsjóvarfiski á uppboðssølunum seinastu tvær vikurnar, sigur Axel Hansen, sum er nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025