Útvarpssending: Áðrenn fólkaatkvøðuna í 2017

bannari
12.09.2016 - 17:42
InnlendisPolitikkur
Útvarpssending: Áðrenn fólkaatkvøðuna í 2017
Helgi Abrahamsen og Høgni Hoydal umrøða tað, sum skal skrivast og samtykkjast, áðrenn fólkaatkvøðuna um stjórnarskipan

Tað fer hvørki at verða sipað til heimastýrislógina ella donsku grundlógina í teirri stjórnarskipan, sum nú verður fyrreikað at leggja fyri Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár. Á tann hátt væntar samgongan at fáa breiða undirtøku fyri uppskotinum bæði í Løgtinginum og frá Føroya fólki.

Stóra forðingin fyri at tað ikki hevur eydnast at fáa stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu hevur verið, at politisku flokkarnir ikki eru samdir um, hvat skal standa í henni og tá serliga, hvussu Føroyar skulu lýsast stjórnarrættarliga.

Støðan er tann sama

Soleiðis var støðan eisini, tá seinasta royndin varð gjørd í 2011. Tá var nevndarmeiriluti í Løgtinginum fyri eini orðing, sum segði, at stjórnarskipanin virðir teir stjórnar-rættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk.

Men ta orðingina vildi Tjóðveldi ikki góðtaka, tí eftir floksins tykki lá í hesum ein viðurkenning av heimastýrislógini og grundlógini, ið kundi verið tulkað soleiðis, at Føroyar høvdu viðurkent danskt yvirvald.

Tá uppskotið kom til 2. viðgerð, var meiriluti fyri at koyra tað aftur í grein 25 nevndina, ið hevði viðgjørt málið. Haðani kom tað ikki aftur og fall burtur, tá tingsetan endaði.

Gera eina roynd afturat

Nú verður so enn ein roynd gjørd at orða ta stjórnarskipan, sum Føroya fólk skal taka støðu til á fólkaatkvøðu næsta ár.

Og greitt er, at einki fer at standa í innganginum til stjórnarskipanina, sum kann sigast at vísa til ríkisrættarligu støðu Føroya, sum hon er í dag.

Í staðin fer at standa, at Føroya fólk er evsta vald í Føroyum, at Føroya fólk, tá ið tað vil, kann loysa, og at einki vald má takast burtur frá Føroya fólki uttan við samtykki fólksins. T.d. krevst fólkaatkvøða, um Føroyar skulu geva frá sær vald ígjøgnum limaskap í millumtjóða felagsskapum.

Tað, sum skal skrivast og samtykkjast, áðrenn stýrisskipanin fer til fólkaatkvøðu, verður umrøtt í hesari sendingini. Í sendingini er orðaskifti millum Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, sum báðir sótu í teirri grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið, annar fyri Tjóðveldi og hin fyri Sambandsflokkin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424