Forsætisráðharrin endurtekur seg sjálvan

Forsætisráðharrin endurtekur seg sjálvan
Aðrar lógir, ikki minst grundlógin, eru oman fyri eina møguliga føroyska stjórnarskipan
Lars Løkke Rasmussen endurtekur, at ein føroysk stjórnarskipan er undir grundlógini.
 
25.12.2017 - 13:06

Verður føroyska stjórnarskipanin samtykt á einari fólkaatkvøðu, merkir tað í sjálvum sær ikki loysing frá Danmark.

Tað endurtekur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í svari beint fyri jól til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Forsætisráðharrin vísir til kunningina, sum hann sendi Føroyanevndini hjá fólkatinginum í august og í november í ár.

Sambært henni er danska stjórnin vís í, at stjórnarskipanin setir ikki grundlógina til viks. 

Grundlógin nummar eitt

Grundlógin verður framvegis galdandi í Føroyum, hóast stjórnarskipanin verður samtykt. Og grundlógin verður oman fyri stjórnarskipanina.

Hetta verður bara broytt, um føroyingar gera av at loysa frá Danmark og tað skal gerast sambært grundlógini.

Tað merkir, at fólkatingið skal góðkenna, at Føroyar fara úr ríkinum. 

Víkir fyri øðrum lógum

Danska Løgmálaráðið sigur harafturat, at stjórnarskipanin noyðist at víkja fyri øðrum lógum, so sum grundlógini, heimastýrislógini og yvirtøkulógini, um tað kemur til skarpskeringar.

Tá hevur stjórnarskipanin ongan rættarvirknað. 

Lars Løkke Rasmussen endurtekur, at danska stjórnin sjálvandi fer at virða ein avgerð hjá føroyska fólkinum um, at Føroyar gerast sjálvstøðugur statur. Tað fara flokkarnir í fólkatinginum eisini at gera.

Hetta er eisini galdandi, um stjórnarskipanin verður vrakað á fólkaatkvøðu í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891