- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Heðin vánaligt politiskt handalag
10.11.2016 - 13:41
Innlendis›Politikkur
Viðmerkjari: Heðin vánaligt politiskt handalag
Ódámligt, at Heðin Mortensen setur støðuna í landspolitikkinum í vanda, sigur Sveinur Tróndarson

- Hetta er vánaligt politiskt handalag hjá Heðini Mortensen.
Tað sigur Sveinur Tróndarson, politiskur viðmerkjari.
Hann sigur, Heðin Mortensen hevði møguleika longu valkvøldið at skipa samgongu saman við Tjóðveldi og Framsókn, men í staðin fór hann til Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Sveinur Tróndarson sigur, at tað er ódámligt, at Heðin Mortensen setur landspolitisku støðuna í vanda.
- Tað snýr seg meira um Heðin sjálvan enn um Javnaðarflokkkin, sigur Svein Tróndarson, sum var gestur hjá Sigrún Brend í útvarpstíðindunum á middegi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. august
RagnarRokk:Sebastian Levermann um Angus McSix and the All-Seeing Astral Eye
212033
Nýggjastu sendingar í SV












