Asfalteringsútgerð ikki boðin út

11.11.2016 - 14:22
Innlendis›Vinna
Asfalteringsútgerð ikki boðin út
Landsverk hevur selt útgerð til eina fyritøku, uttan at bjóða hana út

Landsverk hevur selt P.f. Sundsverkinum asfalteringsútgerð, sum er verd fleiri milliónir krónur, uttan at bjóða hana út alment.

Suni Justinussen er nevndarformaður í p.f. Kreton á Glyvrum, sum er kappingarneyti hjá Sundsverkinum. Hann sigur, at teir høvdu havt áhuga fyri at sæð útgerðina, áðrenn hon varð seld, og einasti máti at fáa útgerðina fyri marknaðarprís er at bjóða hana út.

Landsverk er givið við sínum asfalteringsvirksemi, tí stovnurin heldur, at kappingin millum privatu útbjóðararnar er nóg góð til tess at tryggja kapping.

Tí verða allar uppgávur at asfaltera hjá landinum bodnar út til privatar fyritøkur, og øll útgerðin hjá Landsverki at asfaltera við verður seld.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723