Privatir byggja 108 lestraríbúðir í Marknagili

24.01.2017 - 14:33
InnlendisSamfelag
Privatir byggja 108 lestraríbúðir í Marknagili
Bingjur verða settar saman til bústaðir, og tær fyrstu 38 íbúðirnar verða lidnar í summar

Eitt smápartafelag hevur í umbúna at byggja 108 lestrarbústaðir í Marknagili í Havn, skamt frá skúladeplinum Glasi.

Talan er um smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum bingjur, og settar saman til lestrarbústaðir. Íbúðirnar eru millum 14 og 31 fermetrar til støddar

Fyrsta byggistig fevnir um 38 bústaðir, meðan 70 bústaðir skulu byggjast í øðrum byggistigi.

Eftir ætlan skulu fyrstu 38 bústaðirnir vera klárir at flyta inn í,longu í summar, sigur Gordon Rajani, stjóri í smápartafelagnum Mark.

Økið í Marknagili, har lestrarbústaðirnir skulu byggjast, er sambært byggisamtyktini ætlað til sethús, tvíhús og raðhús.

Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu mælir býráðnum til at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið, ið loyvir íbúðarbygging av hesum slag.

Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481