Vesturland verður høgt upp á Skála

26.01.2017 - 12:20
Innlendis›Samfelag
Vesturland verður høgt upp á Skála
Reiðaríið er skaðaleyst eftir eldsbrunan, sum var so umfatandi, at skipið er vrak

Garnaskipið Vesturland skal høggast upp á Skála.

Reiðaríið Thor, sum eigur skipið, hevur gjørt av at selja tað til upphøggingar, tí skipið kann ikki nýtast eftir eldin umborð.

Hvørki tryggingin ella reiðaríið vilja siga nakað um upphæddina, sum skipið er tryggjað fyri, men reiðaríið er skaðaleyst eftir hendingina, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, segði í gjár, at tað kostar meiri at gera Vesturland aftur, enn tað er tryggjað fyri. Tí ger tryggingin ikki meira við málið, segði hann.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334