Góðar vónir til Oyggjaleikirnar

bannari
22.02.2017 - 11:18
Ítróttur
Góðar vónir til Oyggjaleikirnar
Fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar komandi summar eru í gongd. Jarvin Feilberg Hansen, samskipari, væntar sær nógv av føroysku ítróttarfólkunum.

Um fýra mánaðir fara 177 ítróttarfólk, venjarar og leiðarar úr Føroyum til Gotlands at kappast á Oyggjaleikunum.

ÍSF hevur skrivað undir sáttmála við Atlantic Airways um at leiga tvey flogfør, men gistingin skal fáast upp á pláss og nøvnini á íðkarunum eisini.

Oyggjaleikirnir verða settir 23. juni og enda 30. juni.

Í ár luttaka Føroyar í bogaskjóting, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti, súkkling, triatlon, golf, fimleiki, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis og so flogbólti, har bara mansliðið luttekur.

Út frá hesum ítróttargreinum er tað nógv sum bendir á, at Føroyar fara at roynast væl á Oyggjaleikunum, sigur Jarvin Feilberg Hansen, samskipari.

Stórur áhugi er eisini millum føroyskar áskoðarar at sleppa við til Oyggjaleikir í Gotlandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949