Oyggjaleikafótbóltur í Suðuroy

Oyggjaleikafótbóltur í Suðuroy
Í hvussu er ein partur av fótbóltinum á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027 verður í Suðuroy. Annars verður fyri tað mesta kappast í Havn, Klaksvík, Runavík og Vágum
Mynd: Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, og Andrew Inkster, formaður í IIGA, tá ið tey skrivaðu undir sáttmálan um at hýsa oyggjaleikunum 2027.
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
19.12.2024 - 15:53

Tá Oyggjaleikafótbóltur verður spældur í Føroyum um hálvtriðja ár, verður í hvussu er onkur dystur í Suðuroy.

Tað er greitt, nú oyggjaleikanevndin hevur kunngjørt, hvar ymsu ítróttakappingarnar verða, tá Oyggjaleikirnir koma til Føroyar í 2027.

Fótbólturin verður eisini avgreiddur í Havn og í meginøkinum annars, men FSF hevur ikki gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast.

 

Mest í meginøkinum

Yvirhøvur verður kappast nógv í Havn, Klaksvík, Runavík og Vágum.

Badminton, borðtennis, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, skjóting, súkkling, svimjing og tennis verður í Havn og nær við Havnina.

Kappast verður í bogaskjóting í Miðvági, í fimleiki í Runavík og í flogbólti og triatlon í Klaksvík.

 - Hetta hevur verið drúgt, og tað bar tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Við hesi staðsetingini meta vit tó, at flestu ítróttagreinarnar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar at avgreiða sínar kappingar á Betri Oyggjaleikum, sigur Oyggjaleikanevndin.

Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444