Ávaraðu um nevndarsamsýningina

28.04.2017 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Ávaraðu um nevndarsamsýningina
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, var ávarað um, at Landsbankanevndin fór at áseta egnu samsýning.
Bæði løgting og fíggjarnevnd ávaraðu landsstýriskvinnuna, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Bæði løgtingslimir og fíggjarnevndin ávaraðu landsstýriskvinnuna, men landsstýriskvinnan sópaði ávaringarnar av borðinum.

Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingslimur og formaður í Sambandsflokkinum. Bárður Nielsen er eisini næstformaður í Fíggjarnevndini.

Landsbankanevndin hevur ásett sær sjálvari samsýning, sum hvørki Lønardeildin ella landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eru samd í.

Men Kristina Háfoss sigur, at hon fær onki gjørt við samsýningarnar hjá landsbankanevndini.

Kristina Háfoss eigur at seta hart ímóti hørðum og lækka samsýningina hjá nevndini, sigur Bárður Nielsen.

Tá landsstýriskvinnan kundi koyra nevndina í Fíggingargrunninum til hús, so kann hon eisini gera tað sama við landsbankanevndina, heldur Bárður Nielsen.

Segði Bárður Nielsen, løgtingslimur og formaður í Sambandsflokkinum, við Óluvu Zachariasen.

Formaðurin í Landsbankanum fær 16.000 krónur um mánaðin í nevndarsamsýning. Næstformaðurin fær 12.000 krónur og nevndarlimir fáa 8.000 krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597