Andstøðan vildi ikki atkvøða

11.05.2017 - 13:52
Innlendis›Politikkur
Andstøðan vildi ikki atkvøða
Løgtingið skuldi endaliga avgreiða yvirtøkulógirnar fyri døgurða, men tað gekk illa í hond.
Andstøðan var ikki møtt upp á tingfund í morgun

Fyrst vildi andstøðan aftur nú hava málið um at flyta myndugleikan úr Danmark til Føroya í Trivnaðarnevndina.

Men tað fall, tí úrslitið varð 15-15.

Síðani varð atkvøtt um sjálva yvirtøkuna.

16 atkvøddu fyri og tvey ímóti. Hon varð tí samtykt. Hini 15 tingfólkini vóru ikki í tingsalinum.

Tá síðani skuldi atkvøðast um myndugleikan, sum skal flytast úr Danmark til Føroya, bar ikki til:

Teir fýra formenninir í andstøðuflokkunum hava sent formannskapinum bræv, har teir heita á tingformannin um at bíða við 3. viðgerð til niðurstøðan um kæruna viðvíkjandi sama máli, sum liggur í landsstýrismálanevndini, er endalig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037