Elbilar MVG-fríir

11.05.2017 - 14:20
InnlendisSamfelag
Elbilar MVG-fríir
Lógaruppskot varð samtykt við aðru viðgerð í gjár, sum gevur møguleika at fáa mvg afturrindað, tá ið tú keypir el ella vetnisbil.

Uppskotið um at frítaka elbilar fyri MVG fevnir ikki um hybridbilar, sum bæði nýta el og bensin.

Tað finst minnilutin í fíggjarnevndini at. Teir skriva í álitinum um lógaruppskotið, at nýtslan av brennievni hevði minka við eini helvt, um allir føroyingar skiftu til blendingsbil, og tí kunnu ætlanirnar um gera Føroyar meira grønar røkkast munandi skjótari, um lógaruppskotið eisini fevndi um blandingsbilar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652