Hybrid-bilar skulu nú rinda meirvirðisgjald

Hybrid-bilar skulu nú rinda meirvirðisgjald
Lógarbroytingin er á veg í tingið
Elbilar sleppa framvegis undan meirvirðisgjaldi, men hybridbilar verða tiknar úr lógini.
 
11.01.2023 - 14:44

Hybrid og plug-in hybridbilar skulu rinda mvg. 

Tað ætlar landsstýrið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við FM1 í gjár, at lógaruppskotið um avgjaldslætta til elbilar verður lagt fyri løgtingið fríggjadagin.

Men hybridbilar og plug-in hybridbilar verða tiknir úr lógini. Tað verður tó ikki fyrr enn 1. juli, sigur løgmaður.

 

Aksel V. Johannesen er løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tilmæli í sambandi við veðurlagspolitikkin

Tá ið seinasta samgonga longdi lógina fyri tveimum árum síðani, var hon broytt soleiðis, at hybridbilar og plug-in hybridbilar eisini komu undir lógina. 

At avgjaldslættin fyri hybrid og plug-in hybridbilar fellur burtur 1. juli í ár, er eftir tilmæli í sambandi við veðurlagspolitikkin, sum Løgtingið hevur samtykt, segði løgmaður við FM1. 

Lógin verður eftir ætlan galdandi við afturvirkandi gildi frá 1. januar, tá hon annars fór úr gildi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360