- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan var lagt fyri Løgtingið fyrradagin og uppskotið hjá samgonguni var lagt fram í gjár.
Viðgerðin byrjar í komandi viku, men hvørjir eru møguleikarnir fyri semjum tvørtur um ymisku partarnar: Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og samgonguna. Tað sleppa oddamennirnir handan uppskotini at svara uppá.
Seinni í sendingini skifta vit orð við ein heimspeking og ein stjórnmálafrøðing um, hvussu konservativ politisk ideologi skal skiljast í dag.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




