Løkke: Stjórnarskipan er loysing

bannari
02.06.2017 - 08:14
InnlendisPolitikkur
Løkke: Stjórnarskipan er loysing
Danski forsætisráðharrin letur lokið á statskassanum aftur í somu løtu, úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt

Meiriluti á eini fólkaatkvøða um stjórnarskipan, sum byggir á sjálvstýri og tí fer út um donsku grundlógina, er tað sama sum at taka loysing.

Og hóast loysingin ikki skal vera fyrr enn um nógv ár, byrjar lokið á statskassanum at fara aftur í somu løtu, sum úrslitið á fólkaatkvøðuni er greitt.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, gjørdi fleiri ferðir staðiliga vart við hetta í fólkatinginum herfyri.

Hann var so avgjørdur, at summi meta orð hansara at vera ein hóttan meira enn ein ávaring.

Í Grønlandi eru fólk sett at gera uppskot um stjórnarskipan. Ætlanin er eisini at gera uppskot, sum skal vera klárt, tá ella um Grønlandi loysir frá Danmark.

Í Føroyum ætlar landsstýrið at hava fólkaatkvøðu um stjórnarskipan flaggdagin næsta ár.

Uppskotið um føroyska stjórnarskipan er ikki liðugt enn.

Sambært løgmanni er føroyska stjórnarskipanin ikki ein grundlóg, men tað, sum forsætisráðharrin kallar eitt samleikaskjal.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980