Væntar at tiltøkini verða avblást um fáar dagar

Væntar at tiltøkini verða avblást um fáar dagar
Karen Hækkerup, matvørumálaráðharri, sigur seg vóna, at strandalondini finna eina loysn í næstu viku, tá tey hittast í London
Karen Hækkerup, matvørumálaráðharri, væntar loysn á sildatrætuni fyrsta dagin
 
28.08.2013 - 11:53

Danski matvørumálaráðharrin, Karen Hækkerup, vónar, at ES-boykottið verður avblást um fáar dagar.

- Ein loysn skal finnast, og hon skal finnast við samráðingarborðið. Tað hevur verið ynski Danmarkar alla tíðina. Vit vænta, at strandalondini á fundinum í næstu viku finna eina loysn fyri 2014, so ES kann seta boykottið úr gildi aftur, sigur Karen Hækkerup við Politiken í dag.

Fundur í London

Enn er óvist um sjálvur ES-stongsulin verður tikið upp á fundinum í London 2. og 3. september, skrivar Politiken frá fólki, sum stendur ES-samráðingarnevndini nær.

Fundurin 2. og 3. september er um kvoturnar næsta ár, men ES er til reiðar at kjakast um stongsulin fyri at finna eina loysn, ið tryggjar burðardyggan fiskiskap.

Tað er tað, sum er aðalmálið hjá okkum, sigur ónevnda ES-keldan í Politiken.

Danmark ikki partur

Karen Hækkerup slær fast, at Danmark ikki er ein partur í ósemjuni.

- Hetta er óheppið. Vit hava gjørt tað vit kunnu fyri at forða boykottinum. Men tað er føroyska fólkið, sum er í stríð við ES. Tað er ikki eitt stríð millum føroyingar og danir. Vit eru komin í hesa støðu, tí vit eru limir í tveimum felagsskapum, ES og ríkisfelagsskapinum, sigur Karen Hækkerup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846