Línuskip kunnu koma illa fyri

bannari
15.08.2017 - 16:43
InnlendisVinna
Línuskip kunnu koma illa fyri
- Tað ber illa til hjá línuskipunum at leggja til rættis, tí tey kunnu bara brúka ein triðing av døgunum í ár, ávarar Felagið Línuskip.

Støðan hjá teimum 15 línuskipunum er, at nøkur teirra royna ikki við Føroyar í september og november, tí tey flestu eru í Grønlandi.

Tí klára tey seg við fáum fiskidøgum fram til nýggjárs.

Men onnur línuskip fiska við Føroyar í september og fara síðan til Íslands, Flemish Kap ella Grønlands eftir ársskiftið. Tí hava tey brúk fyri nógvum fiskidøgum nú.

Dømi er um skip, sum í januar í ár høvdu brúkt 80 prosent av sínum fiskidøgum.

Tí munar ein triðingur einki.

- Tað kann man slett ikki liva við. Eingin kann liva við tí, sigur Hálvdan Gudmundsen, sum er formaður í Felagnum Línuskip.

Skal staðsetast í tveimum lógum

Fiskidagarnir fyri komandi 12 mánaðirnar skulu staðsetast í tveimum lógum.

Ein triðingur skal útlutast nú, og restin skal vera partur av fiskivinnunýskipanini, sum er á veg í Løgtingið.

Tað heldur formaðurin í Felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen, lítið um.

- Vit fáa ikki lagt til rættis. Vit fáa bara lagt komandi fýra mánaðir til rættis, og so vita vit ikki meira, sigur hann.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763