Vinnan vil vera við

Vinnan vil vera við
Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sigur, at vinnan væntar at vera við til at gera eina fiskivinnunýskipan.
 
12.09.2015 - 11:05

- Undir valstríðnum søgdu allir teir stóru flokkarnir, at vinnan skuldi vera við til at gera eina fiskivinnunýskipan, og tað høvdu vit eisini væntað.

Tað sigur Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, nú Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur boðað frá, at ætlanin er at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu fiskivinnan kann skipast av nýggjum.

Í arbeiðsbólkinum skulu sita fakfeløg og umboð fyri vinnuna. 

Tilmælið frá arbeiðsbólkinum skal verða grundarlagið undir uppskotinum, sum ætlanin er at leggja fyri tingið á ólavsøku, sigur Aksel V. Johannesen.

Annfinn Olsen sigur, at Reiðarafelagið hevur ikki verið í sambandi við flokkarnar, sum samráðast um nýtt landsstýri, men hevur bert fylgt við í málinum í miðlunum.

Annfinn Olsen sigur, at tey seks punktini í arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum verða rættiliga avgerandi fyri, hvørjir møguleikar verða, tí Aksel V. Johannesen hevur sagt, at arbeiðast skal eftir øðrum meginreglum enn gjørt verður nú.

Nú eru bert tvey ár, til galdandi fiskivinnuskipan fer úr gildi í 2018.

Reiðarafelagið hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hetta er ov stutt tíð at laga seg til eina nýggja skipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329