Tað almenna eigur at halda egnar sáttmálar

25.08.2017 - 13:58
Innlendis
Tað almenna eigur at halda egnar sáttmálar
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hartar Mentamálaráðið fyri ikki at halda seg til egnan setanarpolitikk og sáttmálar
- Mentamálaráðið eigur at lýsa øll størv leys, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum
Mynd: Savn  

- Tað almenna eigur at halda seg til sáttmálarnar, sum tey sjálvi hava gjørt.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er ein av fleiri fakfelagsformonnum, sum finnast at Mentamálaráðnum fyri at hava brotið almenna setanarpolitikkin og sáttmálarnar á økinum.
Átta fakfeløg hava mótmælt, at Mentamálaráðið hevur sett fólk í tíðaravmarkaði størv, uttan at størvini hava verið lýst leys.

Í einum felags skrivi frá sjey av fakfeløgunum stendur millum millum annað:
- Undirritaðu fakfeløg, sum hava sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum ávara ímóti eini gongd, sum kann undirgrava landsins starvfólkapolitikk, sum m.a. hevur til endamáls, at skapa tryggleika og gjøgnumskygni kring almennar starvssetanir.
Súni Selfoss vónar, at mótmælini frá fakfeløgunum føra við sær, at tað almenna fer at virða almenna setanarpolitikkin og sáttmálarnar á økinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329