Inflatión er komin í próvtalsstigan

02.09.2017 - 13:52
Innlendis›Samfelag
Inflatión er komin í próvtalsstigan
Tað heldur Rannvá Skeel Johannesen, fólkaskúlalærari, sum hevði vilja fingið einfaldari próvtalsstiga við bara trimum møguleikum

Stjórnin í Danmark fer at eftirmeta próvtøkustigan, sum nú hevur verið galdandi í nøkur ár. Eftirmetingin snýr seg eitt nú um inflatión er komið í at geva próvtøl, og um til ber í nóg stóran mun at viðurkenna serstakt avrik í núverandi próvtøkustiga. Tað skrivar heimasíðan, Fólkaskúlin.

Eftirmetingin er farin í gongd, og tá ið hon er liðug, fer danska stjórin at taka støðu til, um tørvur er á at tillaga próvtøkustigan.
Síðani 7-talsstigin var tikin í nýtslu, hevur kjak verið um eitt nú munin millum próvtølini og møguleikan fyri próvtøkuinflatión. Eftirmetingin skal taka støðu til, um stigin livir upp til málini, sum upprunaliga vóru sett honum.

Tað heilt serstaka
Danski ráðharrin í útbúgvingarmálum, Søren Pind, heldur, at próvtal vantar fyri tað, sum er heilt serstakt. 
- 12-talið er gott, men hetta próvtalið fevnir um bæði framúr avrik, og eisini tað heilt serstaka. Samstundis skulu vit hyggja at, um skipanin er ov eintýdd, sigur, Søren Pind, ráðharri í útbúgving, sambært heimasíðuni Skúlablaðið.

Sjey-talsstigin verður eisini nýttur í Føroyum. Og her er eisini inflatión komin í próvtalsstigan:
- Tað verður oyst út við 12-tølum, sigur Rannvá Skeel Johannesen, sum hevur verið lærari í Eysturskúlanum í Havn síðani 2007. Henni dámar ikki so væl nýggja próvtalsstigan. Hoyr samrøðu við Rannvá Skeel Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329