Soleiðis sær Bónus handilin við Glasir út

14.09.2017 - 16:34
Innlendis
Soleiðis sær Bónus handilin við Glasir út
Ein Bónushandil við Mylnubakaríi og kafé verður bygdur við innkoyringina til Glasir

Eyðkendi Bónus bygningurin er ein stórur, svartur, fýrkantaður bygningur uttan vindeygu og við eyðkenda, ljósareyða grísinum á. Tað er fallið summum fyri bróstið, at ein slíkur bygningur skal standa undir liðini á arkitektonisku perluni fyri 636 milliónir krónur.


Sambært Bjarke Ingels, sum hevur teknað Glasir, so hevur landslagið rundan um Glasir avgerðandi týdning fyri visuella dramatikkin, sum bygningurin hevur. Hóast hetta, so kemur ein Bónushandil við innkoyringina til Glasir. Mayfinn Norðoy, sum hevur teknað Bónushandilin, sigur, at hann hevur tikið atlit at umhvørvinum, og tískil verður hesin Bónushandilin øðrvísi enn hinir.


Í serstøku byggisamtyktini fyri økið stendur, at kommunan kann seta krøv til útsjóndina av bygningum í økinum, men tað hevur ikki verið neyðugt, sambært Mayfinni Norðoy, tí verkætlanin sjálv tók atlit at umhvørvinum og økinum, sum bygningurin skal vera í.

Hoyr samrøðuna við Mayfinn Norðoy her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329