Pelagos: Brunaeftirlitið fer upp í málið

15.09.2017 - 15:29
Innlendis
Pelagos: Brunaeftirlitið fer upp í málið
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fer ikki at lata standa til, nú uppsjóvarvirkið Pelagos enn ikki hevur endaliga brunagóðkenning í bestu vertíð.

Samstundis sum størri trýst enn nakrantíð er á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði, eru viðurskiftini um brunatrygd enn ikki komin uppá pláss. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fer at senda skriv til Fuglafjarðar Kommunu, fyri at kanna fyribils loyvið.

Nógvur makrelur er at fáa og við einum virki minni eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic í juni, hava tey úr at gera í Fuglafirði. Eini 700 tons um dagin verða virkað á virkinum, sambært Fríðin Ziskason framleiðsluleiðara.


Men hóast eldurin á Tvøroyri júst gjørdi okkum varug við vandan við einum framleiðsluvirki mitt í bygdum øki, hevur virkið í Fuglafirði enn ikki fingið síni trygdarviðurskifti uppá pláss. Í juni í ár kom fram, at Pelagos í Fuglafirði ongantíð hevur fingið endaligu brunagóðkenningina. Borgarstjórin segði tá, at hetta skuldi koma uppá pláss, áðrenn vertíðin byrjaði, men enn eru viðurskiftini ikki í lagi.


Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sigur, at út frá einum trygdasjónarmiði, er støðan løgin, men ábyrgdin liggur hjá kommununi. Og kommunan hevur mett, at eitt fyribils loyvi er í lagi.


Sambært lógini eigur arbeiðs- og brunaeftirltið at hava rakstrareftirlit við einum virki sum Pelagos, men síðani Pelagos ikki hevur fingið endaligt nýtsluloyvi og endaliga brunagóðkenning, fær Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki havt rakstrareftirlit.
Leivur Persson sigur, at tey vita ikki, um trygdin er í lagi, tí tey kenna ikki til fortreytirnar fyri fyribils loyvinum. Og tí ætlar Arbeiðs- og brunaeftirlit at senda eitt skriv til kommununa fyri at kanna, hvørjar fortreytirnar eru, og gera kommununa varuga við, at tey ikki fáa gjørt rakstrareftirlit, sum støðan er nú.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572