Pelagos hevur enn ikki endaligt nýtsluloyvi

25.09.2017 - 15:28
InnlendisPengar
Pelagos hevur enn ikki endaligt nýtsluloyvi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sent Fuglafjarðar Kommunu eitt skriv um Pelagos, sum enn ikki hevur fingið endaligt nýtsluloyvi frá kommununi.

Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sendi herfyri Fuglafjarðar Kommunu eitt skriv um endaliga nýtsluloyvið og harvið eisini endaligu brunagóðkenningina av uppsjóvarvirkinum Pelagos. Fuglafjarðar Kommuna hevur nevnliga enn ikki givið virkinum endaligt nýtsluloyvi, men virkið koyrir við einum fyribils loyvi. Fríggjadagin 15. septembur fekk Fuglafjarðar Kommuna skrivið, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið vil vita, hvørjum fyritreytum raksturin av virkinum er skipaður eftir.


Tá eitt virkið hevur fingið endaligt nýtsluloyvi, og er tikið í nýtslu, er ábyrgdin ikki longur hjá kommununi, men tá hevur arbeiðs- og brunaeftirlitið rakstrareftirlit. T.v.s., at tey kanna, um veruligi raksturin av bygninginum er í tráð við nýtsluloyvi, sum kommunan hevur veitt. Pelagos er tó í tí serstøðu, at einki endaligt nýtsluloyvi er givið, og tískil hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið enn ikki havt rakstrareftirlit við Pelagos, hóast virkið koyrir við fullari skrúvu.


Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum spyr Fuglafjarðar Kommunu hesar spurningar í skrivinum:

· Hvørjir manglar skulu fáast í rættlag, áðrenn bygningurin fær endaligt nýtsluloyvi?
· Hevur kommunan í samband við fyribils nýtsluloyvið álagt Pelagos avmarkingar ella aðrar sertreytir í samband við nýtsluna / raksturin av bygninginum, til bygningurin lýkur treytirnar fyri at fáa endaligt nýtsluloyvi?
· Nær metir kommunan, at endaligt nýtsluloyvið verður givið Pelagos?

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar Kommunu segði við útvarpi 23. august, at enn manglaði nakað í, fyri at virkið kundi fáa endaligt nýtsluloyvi og endaliga brunagóðkenning, men júst, hvat manglar, veit borgarstjórin ikki. Hann hevði ikki stundir at gera viðmerkingar til málið í dag, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið væntar svar ein av komandi døgunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575