Sjálvstýri hjálpir samgonguni

bannari
29.09.2017 - 14:25
InnlendisSamfelag
Sjálvstýri hjálpir samgonguni
Sjálvstýri fer at hjálpa samgonguni at samtykkja fíggjarlógina fyri 2018. Semjan kostar 21 milliónir krónur, sum fella í Klaksvík.

Vanligt er, at samgonguflokkarnar eru við til at gera semju um fíggjarlógina. Men Sjálvstýri hevur í ár broytt ta siðvenju, sum hevur verið galdandi.

Orsøkin til, at Sjálvtýri við Jógvan Skorheim, løgtingsmann og borgarstjóra í Klaksvík, á odda, valdi at vera við í semjuni, var tí at  at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk eina hækking uppá 15 milliónir, og 6,8 milliónir vóru settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík.
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík, ásannar, at Sjálvstýri ikki hevði verið við, um hasar 21 milliónirnar ikki vórðu settar av til Klaksvíkar Sjúkrahús og Tekniska skúlan í Klaksvík.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379