MARK: Lesandi skulu flyta út ein mánað um árið

04.11.2017 - 17:14
Innlendis
MARK: Lesandi skulu flyta út ein mánað um árið
Lesandi, sum flyta inn í íbúðirnar hjá MARK í Marknagili, hava skrivað undir uppá at fara úr íbúðunum í juli mánað

Lesandi, sum hava fingið leigusáttmála til nýggju íbúðirnar í Marknagili, sum smápartafelagið Mark byggir, hava skrivað undir uppá, at tey fara út úr íbúðunum í juli mánað.

Sambært Gordon Rajani, sum stendir aftanfyri Mark, er tað neyðugt, at tey flyta út ein mánað um árið, fyri at leigukostnaðurin kann vera so bíligur sum møguligt.

Tær 38 íbúðirnar, sum eru fyrsta byggistig, eru um at vera lidnar og verða klárar at flyta inn í eftir summarfrítíðina.

Annað byggistig fevnir um 55 íbúðir og ein bygning við felagshølum, sum kunnu leigast, og tað verður væntandi liðugt í mai, sigur Gordon Rajani.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439