Sjúkrarøktarfrøðingar verða ikki tiknir í álvara

04.11.2017 - 13:08
InnlendisSamfelag
Sjúkrarøktarfrøðingar verða ikki tiknir í álvara
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tey eru skjót aftur til samráðingarborðið, um tey verða tikin í álvara

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara nú í verkfall, eftir at semingsroyndin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála endaði, uttan at partarnir náddu eini semju.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir verða ikki tiknir í álvara, og tí hava tey einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg.

Partarnir fóru hvør til sítt í gjárkvøldið. Tað eru allir narkosusjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum fara í verkfall.

Víðkaða fráboðanin, sum er handað lønardeildini, kemur út seinni í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816