Kirkjan kann brúkast til nógv ymiskt

05.11.2017 - 16:08
InnlendisSamfelag
Kirkjan kann brúkast til nógv ymiskt
Í gjár vóru 10 ár síðani, at Hoyvíkar kirkja varð vígd.Tað er av týdningi at Hoyvíkin hevur eina kirkju heldur Theodor Eli Dam Olsen, prestur

Í dag hátíðarheldur Hoyvíkar Kirkja, at tað eru 10 ár síðani kirkjan varð vígd.

Í tí sambandi bjóðaði kirkjuráðið til morgunmatar í kirkjukjallaranum klokkan 9 í morgun, og hátíðarguðstænasta var hildin klokkan 11, har fleiri prestar luttóku.
Vit vóru til morgunmatin, har vit hittu Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprest í Hoyvík, og vit spurdu hann millum annað um, hvørt nýggja kirkjan í Hoyvík hevur fingið fleiri at ganga í kirkju.
- Tað er ikki vist, men kirkjan hevur nógvar funktiónir, og tað er av stórum týdningi, at ein býlingur í vøkstri hevur eina kirkju, sigur presturin.

Umleið 200 fólk eru ofta í kirkju ein vanligan sunnudag, men tað hendir eisini at 300 - 400 koma í kirkju, uttan at nøkur serlig hending er, sigur Theodor Eli Dam Olsen.
Í sambandi við hátíðarhaldið er listaframsýning, sum Kinna Poulsen er kurator á, í kirkjukjallaranum. Hon er at síggja millum klokkan 14-16 fram til 11. november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763