Allar gudstænastur avlýstar til og við 10. mai

bannari
Allar gudstænastur avlýstar til og við 10. mai
Biskuppur boðar frá, at leiðreglurnar fyri virksemið hjá fólkakirkjuni framhaldandi eru galdandi
Ólavskirkjan í Kirkjubø
 
09.04.2020 - 14:27

Fólkakirkjan fylgir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og tí eru allar gudstænasturnar avlýstar fram til og við 10. mai 2020.

Fólk kunnu venda sær til sóknarprestin við fyrispurningi um dóp og vígslu. Er talan um bráðneyðugar umstøður, eru dópur og vígsla eyðvitað ein møguleiki, skrivar folkakirkjan.fo.

Fólk kunnu altíð ringja ella skriva til sóknarprestin, bæði, tá ið talan er um vanligar spurningar, sálarneyð ella aðrar átrokandi umstøður.

Andlát og jarðarferð eru viðkvæmt og sárt øki, ið eigur at handfarast hóvliga og við størstu virðing. Tey avvarðandi eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin um, hvussu jarðarferðin á virðiligan hátt í stillum kann fara fram í kirkjuni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Tiltøkini verða endurskoðað hálvan mei.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655