Radarin

Radarin: Pensjónistar arbeiða meira
09-11-2017
Alsamt fleiri fólk eldri enn 67 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tey tjena meira og meira. Orsøkin er samansett.

Bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum eru alsamt fleiri fólk eldri enn 67 ár virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Fyri 10 árum síðan, í 2007, vóru 697 fólk eldri enn 67 ár virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Nú eru sløk 1200 fólk eldri enn 67 ár á arbeiðsmarknaðinum.

Meira enn triði hvør fólkapensjónistur er framvegis til arbeiðis.

- Og tað talið fer áhaldandi at vaksa, heldur Hans Pauli Strøm, sum er sosiologur á Hagstovuni.

Fyri 13 árum síðan tjenti aldursbólkurin 67-74 ár slakar 4000 krónur um mánaðin.

Nú tjenar sami aldursbólkur slakar 7000 krónur um mánaðin.

Kenna ikki orsøkina

Í Landsfelag Pensjónista kenna tey ikki reiðiliga orsøkina, ásannar formaðurin Arne Thorsteinsson.

- Nei, tað vita vit ikki. Neyvari kanningar mugu gerast fyri at svara tí. Men sjálvandi, so kunnu vit hugsa okkum nakrar orsøkir, sigur hann.

Og tað er júst tað, hann hevur gjørt.

- Ein orsøk kann vera, at heilsan hjá fólki, eisini pensjónistum, verður betri og betri. Ein onnur er, at pensjónistar arbeiða av neyð, tí pensjónin er so vánalig. Ein orsøk kann eisini vera, at arbeiðsmøguleikarnir eru batnaðir, sigur hann.

Markið var 67

Táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, broytti reglugerðina í 2007 so, at fólk sum starvast hjá tí almenna kundu halda fram í starvinum til tey eru 70 ár.

Tey noyddust ikki longur frá, tá tey fyltu 67.

Tað var í stóra arbeiðsloysinum í kreppuárunum í 90unum, at almenni fráfaringaraldurin fór niður í 67 ár.

Sum partur av krepputitøkunum kom landsstýrið við reglugerð um uppsøgn av almennum starvsfólkum vegna aldur. Markið var 67 ár.

Sjálvt um fráfaringaraldurin fór upp í 70 ár í 2007, so hava starvsfólk hjá tí almenna framvegis rætt at fara frá fyri aldur, tá tey eru 67 ár.

Tey, sum halda fram at arbeiða til tey eru 70 ár varðveita eisini grundupphæddina í fólkapensjónini.

Men interkommunalir felagsskapir sum SEV og IRF hava sínar egnu reglur um fráfaringaraldur.

Flestu kommunurnar brúka 67 sum fráfaringaraldur, ella hava tey ongan fráfaringarpolitikk.

Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommunu brúka 70 ára fráfaringaraldur.

So reglurnar eru ymiskar.

Gott fyri búskapin

At fleiri og fleiri fólk eldri enn 67 ár eru til arbeiðis, eru góð tíðindi hjá Búskaparráðnum.

Vaksandi talið av eldri fer at seta samfelagið undir trýst.

Men tað, at fólk eru drúgvari á arbeiðsmarknaðinum nú enn fyrr, ber við sær, at trýstið verður minni, enn roknað annars var við, heldur Ester Hansen, sum er limur í Búskaparráðnum.

 

Luttakarar í sendingini: Jón Eliassen, tekniskur ráðgevi hjá KJ Hydraulik, Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni, Bjørg Jacobsen, etnologur, og Ester Hansen, limur í Búskaparráðnum.


 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019