Nýskipanin: Jónleif vil eisini hava broytingar

bannari
14.11.2017 - 13:19
InnlendisPolitikkur
Nýskipanin: Jónleif vil eisini hava broytingar
Niðurskurðurin í kvotunum næsta ár gera, at Jónleif Johannesen, tingmaður, ivast í grundarlagnum undir ætlaðu nýskipanini
Føroyska kvotan av makreli verður 25000 tons minni næsta ár, umframt, at ICES mælir til, at minka mest loyvdu veiði av sild við 41 prosentstigum.
Mynd: savn  

Bjarni Hammer og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum standa ikki við semjuna, sum samgongan saman við Sonju Jógvansdóttir gjørdu í august um at nýskipa fiskivinnuna.

Og nú ger Jónleif Johannesen, eisini úr Javnaðarflokkinum, greitt, at hann vil hava Vinnunevndina at umhugsa at broyta uppskotið, tí ávísar kvotur minka næsta ár.

Sostatt er unditøkan fyri nyskipanini, sum hon nú sær út, tódnað niður í 14.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað til samgongufundar í morgin klokkan 9 um politisku støðuna.

Hoyr Jónleif greiða frá óvissu síni í innslagnum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114