Óvist nær menningarkvoturnar skulu vera fiskaðar

bannari
Óvist nær menningarkvoturnar skulu vera fiskaðar
Fiskimálaráðið hevur enn ikki tikið støðu til, um menningarkvoturnar fyri 2018 eisini skulu fiskast í 2018.
 
17.08.2018 - 07:28

Tilsamans 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild skulu útlutast sum menningarkvota í ár.

Higartil hava níggju fyritøkur fingið útlutað menningarkvotur.

Sambært Fiskimálaráðnum krevur ein umsókn nærri viðgerð, og tí hevur aðalráðið valt fyribils at halda aftur 20 prosent av svartkjaftakvotuni og 10 prosent av silda- og makrelkvotuni.

Menningarkvoturnar verða latnar við støði í eini kunngerð, ið bara fevnir um fiskiskap í 2018.

Spurningurin er tí, hvat hendir við teimum menningarkvotum, sum ikki eru fiskaðar um hálvan fimta mánað.

- Høvuðsreglan er, at kvotur fyri 2018 skulu eisini fiskast í 2018, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, sum tó tekur síni fyrivarni í mun til menningarkvoturnar.

- Fyrst mugu vit síggja, hvussu gongur at veiða fiskin, og so mugu vit gera eina meting. Vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu, sigur Rógvi Reinert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595