Long bíðitíð elvir til privata heilsutrygging

15.11.2017 - 14:40
InnlendisHeilsa
Long bíðitíð elvir til privata heilsutrygging
Fleiri føroyingar eru farnir at tekna sær viðgerðartrygging, sum gevur møguleikan at leypa upp um bíðilistar til kanningar og viðgerð á sjúkrahúsi
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Hornasteinurin í tryggingini er skjót útgreinan og viðgerð. Tryggingarfeløgini lova, at tann tryggjaða í seinasta lagi 10 dagar eftir fráboðan fær kanning og viðgerð á privatsjúkrahúsi ella privatklinikk.

Merkja munin í tryggingarvinnuni

Í Føroyum er talið á tryggjaðum vaksandi. Hjá Betri Pensjón merkja tey týðiligan vøkstur, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón

- Áhugin er vaksandi. Vit síggja hvørt ár, at tað legst til við fólkum, sum verða umfatað av einari privatari heilsutrygging.

Eisini hjá Lív er vaksandi eftirspurningur, sigur Jan Jacobsen, stjóri:

- Vit hava merkt ein øktan áhuga tey síðstu 2-3 árini, og áhugin er nokk serliga hjá virkjum at tekna hesar viðgerðartryggingar til starvsfólkini. 

Vanligt í Danmark

Meðan hetta er eitt heldur nýtt rák í Føroyum, er tryggingin meira vanlig í Danmark.

Mett verður, at í dag hava útvið tvær milliónir danir eina viðgerðartrygging. Tøl hjá Forsikring & Pension, sum er vinnugreinafelagið hjá tryggingar- og pensjónsfeløgunum í Danmark, vísa, at í 2016 høvdu 1 millión og 860.000 danir eina slíka trygging.

Hetta talið er meira enn trý-faldað seinastu 10 árini.

Langar bíðirøðir kveikja áhugan

Orsøkin til økta áhugan fyri viðgerðartryggingum stendst av longu bíðilistunum í heilsuverkinum, siga tryggingarfeløgini.

- Tað er eingin loyna, at tað eru bíðitíðir innan fyri ymisk økir. Men tað er væl sannroyndin hjá teimum virkjum og privatpersónum, sum tekna hesar tryggingar, sigur Helgi L. Petersen og leggur afturat, at tryggingin helst dekkar ein tørv, sum ikki verður nøktaður í dag.

Bíðitíðin kann vera áralang

Onki samlað yvirlit er yvir bílilistar til kanning og viðgerð í føroyska heilsuverkinum, men av Landssjúkrahúsinum verður upplýst, at bíðitíðirnar til at sleppa til eygnalækna eru millum 8 og 16 mánaðir, alt eftir hvat sjúklingurin skal til.

Bíðitíðin til giktalækna er umleið tvey ár, men minkandi nú ein giktalækni er settur aftrat.

Til gynækologi tekur tað umleið 17 mánaðir til ikki akuttar sjúklingar.

Bíðitíðirnar til ryggskurðviðgerðir eru umleið 5 mánaðir og til knæ og mjadnaprotesur umleið 2-3 mánaðir.

Radari

Hetta at føroyingar eru farnir at keypa sær privatar viðgerðir og tryggja seg móti longum bíðilistum í heilsuverkinum er eisini evnið í Radaranum í dag. 

Radarin verður sendur klokkan fimm minuttir yvir fimm seinnapartin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959