Húsaprísirnir í Eysturoynni vaksa

15.11.2017 - 11:31
InnlendisHeilsa
Húsaprísirnir í Eysturoynni vaksa
Alt bendir á, at húsaprísirnir inni á Strondum, Skála, Toftum og økinum kring har, sum tunnlarnir koma upp, fara at veksa komandi árini.

Petur Mohr Niclasen, stjóri í húsameklarafyritøkuni Skyn, sigur, at prísirnir eru vaksnir seinastu árini, og væntast kann, at prísirnir halda fram at vaksa, tí eftirspurningurin eftir bústaði í økinum er stórur. Í miðal eru húsaprísirnir hjá Skyn í Eysturoynni vaksnir við 25-30 prosentum seinastu trý árini. 

Sambært fólkum, sum búgva á Skála, eru nógvir tilflytarar í økinum, sum koma ymsa staðni frá og ikki neyðturviliga hava tilknýti til økið. Tórður Mikkelsen tosaði við vágbingin Reidar Joensen, sum sjálvur er tilflytari á Skála. Nikolina Mikkelsen, sum er uppvaksin á Skála, sigur seg eisini merkja ein mun, serliga á húsaprísunum.

Eisini húsameklarafyritøkan Betri Heim merkir eina broyting í húsaprísunum og eftirspurninginum i økinum. Kára á Dunga stjóri, sigur at eftirspurningurin er stórur í økinum, bæði eftir grundstykkjum og sethúsum, men útboðið er ikki eins stórt og eftirspurningurin.

Tað eru fleiri faktorar, ið eru við til at økja eftirspurningin og prísirnar. Búskapurin er góður, fólkavøkstur er í Føroyum, men eingin ivi er í, at Eysturoyartunnilin er ein orsøk til, at fólk at keypa grundstykki ella hús í Eysturoynni. Tað merkja húsameklarafyritøkurnar á kundunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360