Ferðslan í Eysturoyartunlinum minkar

Ferðslan í Eysturoyartunlinum minkar
Ætlanin er ikki at broyta prísin, men bíðað verður eftir politiskari avgerð um ferðastuðul, sigur stjórin í tunnilsfelagnum
Í august koyrdu 4.498 bilar í miðal ígjøgnum tunnilin um dagin, 33 færri enn í juli og 68 færri enn í juni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2021 - 12:13

Ferðslan í Eysturoyartunlinum er minkað síðstu tveir mánaðirnar. Í august koyrdu 4.498 bilar í miðal ígjøgnum tunnilin um dagin. Tað eru 33 færri enn í juli og 68 færri enn í juni.

Juni er tann mánaðurin, tá ið flestir bilar koyrdu gjøgnum tunnilin, síðani gjald varð sett á. 

Í januar koyrdu 4.667 bilar í miðal gjøgnum tunnilin, men tá var ókeypis at koyra fyrstu 10 dagarnar í mánaðinum.

Í februar var talið 3.875, og síðani er tað vaksið til í juni, tá ið tað koyrdu 4566 bilar í miðal ígjøgnum um dagin. 

Síðani er miðaltalið minkað eitt vet.

Neyðugt við 6.000 bilum

Tunnilsfelagið hevur sagt, at umleið 6.000 bilar skulu koyra í tunlinum um samdøgrið, fyri at rinda lánini aftur. 

Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, sigur við Kringvarpið, at talið á persónbilum, sum koyra millum Havnina og Eysturoynna, er á leið tað, sum mett var frammanundan. 

Hann vísir hinvegin á, at talið av lastbilum og trailarum er ov lítið. Fleiri av teimum velja framvegis at koyra gomlu farleiðina. Prísirnir hjá hesum bólkinum vórðu lækkaðir herfyri, men stjórin sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um tað hevur givið úrslit.

Hann vísir eisini á, at talið á bilum, sum koyra millum Runavík og Strendur, liggur millum 600 og 700, og tað er nógv minni enn upprunaliga mett. Tá varð mett, at 2.000 bilar fóru at at nýta ta farleiðina um dagin. 

Enn vantar nógv í

Stjórin ásannar, at Eystur- og Sandoyartunlum vantar nógvan pening í kassan fyri at svara hvørjum sítt. 

Men landið hevur tryggjað felagnum inntøkur, sum svara til stívliga 6.000 bilar um dagin. 

Teitur Samuelsen sigur eisini, at tað er ov dýrt hjá teimum, sum koyra aftur og fram hvønn dag. 

Hann ætlar tó ikki at lækka prísin, men hann bíðar eftir eini politiskari avgerð viðvíkjandi koyripengum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, arbeiðir við.

Nógv færri bilar enn mett brúka tunnilsfarleiðina millum Runavík og Strendur. 

Mynd:Bjarni Árting Rubeksen
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Mikudag 6. november
Morgunlestur mikudagur 6. november 2024
183012
Týsdag 5. november
LEITISSTEIN 05.11.2024 (GØ / Ævir, amen)
183159
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008