Skilir ikki atfinningar hjá Høgna Hoydal

bannari
17.11.2017 - 14:58
InnlendisPolitikkur
Skilir ikki atfinningar hjá Høgna Hoydal
Stjórin í Nótaskip skilir ikki, tá løgmaður og Høgni Hoydal siga, at tingfólk eru undir trýsti vegna milliardstóru virðini í fiskivinnuni

Er politiska skipanin ov veik at standa ímóti sterku økonomisku áhugamálunum hjá reiðarunum?

Spurningurin er aktuellur, nú løgmaður sigur, at milliardastóru virðini, sum eru í fiskivinnuni, seta tinglimir undir øgiligt trýst.

Harafturat spyr landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, alment, um tað eru fýra tey størstu reiðaríini ella løgtingið, sum skulu avgera fiskivinnupolitikkin í Føroyum.

Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip, har trý av teimum fýra størstu reiðaríunum, sum landsstýrismaðurin tosar um, eru umboðað.

Hann skilir ikki rættiliga atfinningarnar - at hesir leiðandi politikararnir tosa við so stórum stavum um trýst.

- Tá man bjóðar seg fram at vera løgtingsmaður, so má man taka tað við, at tann veljarin, sum hevur valt teg, kemur til tín og hevur ein meining um, hvat tú eigur at gera, sigur Jógvan Jespersen.

Hoyr samrøðu við Jógvan Jespersen omanfyri greinina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659