Óløgi gjørt stóran skaða í Leirvík

25.11.2017 - 18:23
Innlendis›Samfelag
Óløgi gjørt stóran skaða í Leirvík
Stórt óløgi kom upp um brimgarðin í Leirvík og rakti bygningin hjá El-Teknikk á kajini í Leirvík
Mynd: Suni Justinussen, Leirvík  

Trúgvi Jóhanson er varaleiðari fyri tilbúgvingina í Eystur kommunu. Hoyr hann her greiða frá, hvussu støðan var, tá tey komu oman á bryggjuna.

Aðrir skaðar

Stutt eftir døgurða varð boðað frá, at takplátur fuku á leysar á kajøkinum niðri við fiskavirkið. Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu tók sær av at tryggja pláturnar.

Og um 4-tíðina seinnapartin varð boðað frá, at plátur fuku millum hús við Villingardalsvegin í Havn. Eisini var ein kampingvognur farin um koll í nógv vindinum, sigur Kristina Christiansen, vaktleiðari á politistøðini.

Tórshavnar Sløkkilið tók sær av at tryggja lutirnar.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655