Naggatódn í samráðingum

08.12.2017 - 11:01
InnlendisPolitikkur
Naggatódn í samráðingum
Seinastu ferð Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið møttust við samráðingarborðið var 27 november, síðani hevur verið friðarligt

Tað er friðarligt í sáttmálasamráðingunum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Nýggi sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er ein av orsøkunum til, at ongin semja er funnin millum partarnar. Tað sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

- Tað var sum sagt sindur truplar samráðingar, tí at tann sáttmálin, sum varð gjørdur við sjúkrarøktarfrøðingarnar skeiklaði samráðingarnar við Starvsmannafelagið. So í løtuni hendir einki, sigur hon. 

Óvanliga leingi

Tað er ikki vanligt, at tað tekur so langa tíð hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at finna semju við eitt fakfelag, sum frammanundan hevur gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sigur hon. 

- Vit mettu ikki, at man kann gera ein annan sáttmála við Starvsmannafelagið enn tann, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, og tað var man so ikki samdur um. Nú mugu vit so síggja, hvussu leikur fer fram við hesum samráðingunum, sum vit hava nú við Pedagogfelagið, og tað kemur at vera tað, sum vit leggja okkara orku í nú fyribils.

Spurd um sáttmálin við Pedagogfelagið fer at ávirka, tað sum Starvsmannafelagið kann vænta av Kommuna Arbeiðsfelagnum, svarar Annika Olsen, forkvinna, at tað er ilt at siga, tí fakfeløgini eru ymisk. 

- Tað, sum plagar at vera galdandi, tá man samráðist um lønarviðurskifti, er, at tann fyrsti sáttmálin leggur eitt slag av einum støði, sigur hon. 

Hoyr samrøðuna við Anniku Olsen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227