Samráðast um uppsjóvarfisk hesa vikuna

Samráðast um uppsjóvarfisk hesa vikuna
Hesaferð verður samráðst talgilt
Samráðingarnar verða eisini sera torførar í ár, tí londini eru ikki als samd um, hvussu fiskurin skal býtast teirra millum
 
20.10.2020 - 09:07

Í hesari vikuni byrja strandarlondini at samráðast um uppsjóvarfiskin.

Tað nýggja nú er, at Bretland er ikki við í ES longur, men er vorðið sjálvstøðugt strandarland. 

Bretland er vorðið limur í NEAFC. Hesaferð verður samráðst talgilt.

Annars plaga londini sum oftast at samráðast í London.

Uppsjóvarfiskur og kongafiskur

Strandarlondini samráðast um makrel, svartkjaft og norðhavsild og harafturat um kongafisk í Irmingarhavinum.

Samráðingarnar verða eisini sera torførar í ár, tí londini eru ikki als samd um, hvussu fiskurin skal býtast teirra millum.

Og hendan ósemjan ger, at uppsjóvarfiskur missur MSC góðkenningina, tí fiskiskapurin verður ikki mettur at vera burðardyggur.

Fiskað hevur verið meira enn ICES hevur mælt til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860