- Fiskivinnuskipanin verður broytt aftur

08.12.2017 - 15:26
Innlendis
- Fiskivinnuskipanin verður broytt aftur
Jógvan Skorheim, løgtingslimur, er so ónøgdur við uppskotið um fiskivinnunýskipan, at hann kallar dagin í dag fyri ein svartan fríggjadag.

Jógvan Skorheim er vísur í, at fiskivinnuskipanin verður broytt aftur, so skjótt ein onnur samgonga kemur framat, tí núverandi samgonga ikki hevur roynt at tillaga uppskotið soleiðis, at fleiri taka undir við tí.


Trupulleikin, sum Jógvan Skorheim sær hann, er, at vinnulívið fer at niðurlagast av hesari fiskivinnunýskipanini. Vinnunevndin hevur, sambært honum, ongantíð kannað, hvat er besta loysnin fyri fiskivinnuna.


Jógvan Skorheim endaði við at ávara alivinnuna á Tingsins Røðarapalli í dag. Han er bangin fyri, at landsstýrið ætlar tað sama við alivinnuni, sum við fiskivinnuni.


Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur fyri Tjóveldi, spurdi Jógvan Skorðheim, hvat hann so kundi hugsað sær, tí hann var so negativur um alt í fiskivinnuuppskotinum, heldur enn at tosa um, hvussu fiskivinnupolitikkurin hjá Sjálvstýrinum sær út. Hon spurdi, um hann ætlaði, at verandi aktørar skulu hava alt.


Jógvan svaraði aftur, at karmarnir í fiskivinnuuppskotinum eru ótryggir fyri vinnulívið og verandi aktørarnar, sum als ikki fáa so nógv, sum sagt verður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472