Ætla ikki krevja daggamlan fisk til lands

Ætla ikki krevja daggamlan fisk til lands
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at onkrar ætlanir eru um at flyta ókruvdan fisk til lands, og Fiskimálaráðið er til reiðar at hjálpa
 
01.04.2015 - 08:06

Nakrar ætlanir hava verið og eru, men tær hava higartil ikki havt við sær, at Fiskimálráðið hevur ásett krøv um at taka daggamlan, blóðgaðan, ókruvdan fisk til lands.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, at í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta lógir ella kunngerðir, sum áleggja fiskimonnum at hagreiða ella handfara fiskin á ávísan hátt, eitt nú føra fiskin til lands blóðgaðan og ókruvdan í ísvatni.

Men hugskotið er ikki ókent í Fiskimálaráðnum. 

Frá 2001 til 2003 varð verkætlanin “Virðisøking av útróðrarfiski” framd, og nøkur fá ár seinni varð ein onnur frágreiðing skrivað um, á hvønn hátt til ber at fáa innvølir úr fiski til lands at gagnnýta. 

Í 2011 samskifti Fiskimálaráðið við stigtakara í Eysturoynni, sum hevði ætlanir á hesum øki.

Og í ár hevur stigtakari í Suðurstreymoy boðað Fiskimálaráðnum frá um eina ætlan um at flyta blóðgaðan, ókruvdan fisk til lands.

Einki krav

Men einki krav um slíka handfaring av útróðrarfiski er á veg. 

Fiskimálaráðið er tó altíð til reiðar at hjálpa teimum, sum hava hugskot um, hvussu meira kann fáast burtur úr fiskinum. 

Men, leggur Jacob Vestergaard afturat í svarinum, tað er tó tann vinnurekandi, sum má tryggja støðugt grundfesti í eini ætlan at føra ókruvdan fisk til lands.

Endamálið við at fáa ókruvdan fisk til lands er at brúka alt av fiskinum, so sum høvd og livur, í staðin fyri, at tey verður tveitt fyri borð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166