- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Í hvønn mun stendur úrslitið mát við ambitiónirnar?
Vit tosa við nøkur av teimum, sum landsstýrismaðurin valdi í nýskipanarnevndina, sum skuldi gera tilmæli um eina nýggja og varandi fiskivinnuskipan.
Eisini spyrja vit, hvussu umsitingarætlanir fara at broyta røktina av fiskastovnunum undir Føroyum. Og seinast í sendingini kjakast tveir politikarar um javnvágina millum vinnulig og sosial atlit í nýggju fiskivinnulóggávuni og hví breiða semjan ongantíð kom.
Luttakarar:
Unn Laksá, PhD í stjórnmálafrøði
Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, forkvinna í Vinnunevndini
Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




