Skorheim: Skeivt at lýsa verkbann

14.12.2017 - 09:15
InnlendisSamfelag
Skorheim: Skeivt at lýsa verkbann
Jógvan Skorheim heldur, at tað var skeivt at lýsa verkbann, áðrenn verkfallið hjá pedagogunum byrjaði

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er ikki nøgdur. Avgerðin hjá nevndini í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum at lýsa eitt verkbann so tíðliga í sáttmálatrætuni millum pedagogfelagið og kommunala arbeiðsgevarafelagið og fíggjarmálaráðið er eitt ov ógvisligt stig. 

Borgarstjórin í Klaksvík heldur lítið um, at nevndin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum spyr seg fyri hjá borgarstjórunum, men ikki er áhugað í svarunum.  

Serliga óttast Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, at kommunan kann missa starvsfólk orsaka av verkbanninum - ella lockoutinum. Orsøkin er, at verkbannið gevur starvsfólkunum møguleikan fyri frítt at fara og finna sær eitt annað starv uttan vanligu uppsagnartíðina.

Hoyr innslagið við Jógvan Skorheim omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114