Vónbrotnir sjúkrarøktarfrøðingar

21.12.2017 - 19:52
Innlendis›Samfelag
Vónbrotnir sjúkrarøktarfrøðingar
Royndir sjúkrarøktarfrøðingar á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum eru vónbrotnar av sínum fakfelagi
Gunnvá Winther, Eva Gardar, Sólgerð á Bakkanum, Tóna í Niðristovu og Laila Nikolajsen eru allar farnar niður í løn, og tær skilja ikki, at fakfelagið skal hava býtt ágóðan í nýggja sáttmálanum so ójav
Mynd: Brynhild Thomsen  

Herrópið, "rættið skeivleikan", sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar brúkti undir sínum sáttmálastríði, er nú flutt inn í felagið sjálvt.

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru ónøgdir og vónbrotnir, tí á teirra lønarkontu sæst als einki til tær mongu milliónirnar, sum fakfelagið fekk í semjuni við Fíggjarmálaráðið.

Fyri akkurrát einum mánaði síðani segði Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar soleiðis, tá hon varð spurd, um felagið við nýggja sáttmálanum hevði "rætta tann skeivleikan", sum felagið hevði ført fram, var, sammett við aðrar lønarbólkar. Og jú, tað var heilt á eini leið, svaraði forkvinnan:

- Við ti lønartalvuni, sum vit hava undirskrivað í dag, so halda vit, at vit eru komin langt á mál við at rætta tað, segði hon um nýggja lønarsáttmálan. 

Skeivleikin ikki rættaður

Men nógv bendir á, at skeivleikin nú er fluttur inn í felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, tí hóast felagið fekk 26 milliónir krónur tvey tey næstu árini til limir sínar, so eru ávísir sjúkrarøktarfrøðingar vónbrotnir, nú lønin er komin, og lønarseðlar granskaðir.

Gunnvá Winther, Eva Gardar, Sólgerð á Bakkanum, Tóna í Niðristovu og Laila Nikolajsen hava allar mist pengar í sambandi við nýggja sáttmálan hjá Sjúkrarøktarfelagnum, sum annars skuldi tryggja øllum sjúkrarøktarfrøðingum lønarhækkan. 

Tær eru allar sera vónbrotnar um, at tær eftir so mong ár sum sjúkrarøktarfrøðingar einki fáa, meðan aðrir limir fáa nógv.

Hoyr Brynhild Thomsen gera samrøðu við sjúkrarøktarfrøðingarnar í brotinum omanfyri. 

Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sigur, at felagið fer at hyggja nærri at lønarviðurskiftinum í januar. Síggj innslag og samrøðu við Óluvu her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961