161 mió. krónur vórðu ikki rætt uppgivnar í ár

30.12.2017 - 14:19
Innlendis
161 mió. krónur vórðu ikki rætt uppgivnar í ár
Vinnulívið er blivið meira samansett og torskilt, tí kemur TAKS oftari fram á stór mál og feilir í skattauppgerðum.

TAKS í 2017 komið fram á 161 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar, og tað gav landskassanum góðar 68 milliónir krónur afturat í ár. TAKS kemur oftari og oftari fram á stór mál, ið krevja rættingar fyri fleiri milliónir, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.


Neyðugt er tí at styrkja eftirlitið, so tryggjast kann, at landskassin fær røttu inntøkurnar. Í miðal arbeiða eini 15 ársverk hjá TAKS við eftirliti burturav, og tað er ikki møguligt at raðfesta hetta øki hægri við verandi játtan, sigur Eyðun Mørkøre.


Játtanin til TAKS er skorin við 1,1 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2017, og tað bøtir ikki um støðuna, vísur Eyðun Mørkøre á.

- Rættingar fyri 161 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Í 2016 var talið 145 milliónir krónur. Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini. Hesi hagtøl vísa eisini, at grundarlag er fyri at styrkja eftirlitið hjá TAKS fyri at tryggja landskassanum røttu inntøkurnar, sigur Eyðun Mørkøre.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843